Eiga meira í peningastovnum enn tey skylda

Eiga meira í peningastovnum enn tey skylda
Innlánsyvirskotið var 1,4 milliardir krónur í september, ein milliard í Føroyum og 400 milliónir uttanlands
Vøksturin í innlánum hjá húsarhaldunum er øktur støðugt síðani á vári 2023 og hjá privatu vinnuni síðani á vári í ár.  
 
26.11.2024 - 08:48

Føroyingar hava fleiri pengar í peningastovnunum, enn teir hava í láni haðani.

Innlánsyvirskotið var 1,4 milliardir krónur í september, ein milliard í Føroyum og 400 milliónir uttanlands, skrivar Landsbankin.

Deildin hjá Føroya banka í Grønlandi er tald við. 

Innlánini í føroysku peningastovnunum vuksu 2,4 prosent í september.

 

Støðugur vøkstur

Vøksturin í innlánum hjá húsarhaldunum er øktur støðugt síðani á vári 2023 og hjá privatu vinnuni síðani á vári í ár.    

Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum í føroysku peningastovnunum var tríggjar milliardir og 100 milliónir í september.

Men, sigur Landsbankin, verður skuldin, sum húsarhaldini hava í donskum realkredittstovnum tald við, høvdu føroysku húsarhaldini innlánsundirskot, sum var 190 mió. kr. í september í ár.

Innlánini í føroysku peningastovununum vóru 20,3 mia. kr. í september í ár, góðar 800 mió. kr. størri enn í september í fjør, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791