- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um 14 dagar verður greitt, um tunlarnir verða jólatrøll
Um 14 dagar verður greitt, um tunlarnir verða jólatrøll
Ætlanin var, at nýggju tunlarnir norður um Fjall skuldu lata upp 1. desember
Mynd: Livar Nysted
26.11.2024 - 11:42
Um 14 dagar veit Landsverk at siga, um nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp fyri jól ella ikki.
Tað upplýsir Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki.
Hóast arbeiðið í tunlunum ikki er liðugt enn, hava fólk verið til gongu í teimum. (Mynd: Tórður Mikkelsen)
Arbeiðið hevur drigið út, tí eftir ætlan skuldu tunlarnir lata upp 1. desember.
Verkfallið fyrr í ár hevði við sær, at arbeiðstakarin kundi útseta arbeiðið nakrar vikur, og ein onnur avbjóðing er sambindingin millum báðar tunlarnar í Árnafirði.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26112024_Tunlar_nordur_um_Fjall
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV