Uppskotið hjá Kára P. Højgaard hevur onga undirtøku í tinginum

bannari
Uppskotið hjá Kára P. Højgaard hevur onga undirtøku í tinginum
Varð atkvøtt nú, høvdu bert seks tingfólk atkvøtt fyri tunnilsuppskotinum hjá landsstýrismanninum, vísir spurnarumfar hjá Sosialinum
Bara seks tingfólk taka undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni
 
30.08.2013 - 15:34

Einans seks tinglimir kunnu í dag við vissu siga, at teir taka undir við privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni. Tað vísir eitt spurnarumfar í tinginum, sum Sosialurin hevur gjørt.

14 siga kortanei til loysnina hjá Kára P. Højgaard um at lata einum privatum felag einkarrættin at byggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. 13 hava enn ikki tikið støðu.

Búgva  við Skálafjørðin og í Norðoyggjum

Tey seks, ið siga seg heilt vist kunna taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum við innlendismálaráðnum, eru øll samgongulimir og búgva við Skálafjørðin ella í Norðuoyggjum.

Tey eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum og sambands-tingmenninir Alfred Olsen, Reimund Langaard og Helgi Abrahamsen.

Tríggir samgongumenn ímóti

Mest eyðsýndu nøvnini millum tey, ið siga nei til privatu tunnilsloysnina hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, eru samgongu-felagarnir hjá Kára P. Højgaard, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum.

Eisini er áhugavert, at fleiri samgongulimir úr Eysturoynni og Norðoyggjum ikki hava tikið støðu enn í tunnilsmálinum, eitt nú fólkaflokstingmenninir Rodmund Nielsen, sum býr á Glyvrum, Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði og Joen Magnus Rasmussen úr Lorvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962