- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturoyartunnilin má kunna kappast í prísi
Svarið er, at nýggja farleiðin í hvussu er má kunna kappast við ta verandi, t.e. hana um brúnna við Streymin og millum Fjarða og tá má prísurin - annan vegin - ikki fara upp um 60 krónur.
Einki greitt svar frá landsstýrismanninum
Spyrst tú landsstýris-mannin, hvat tað fer at kosta at koyra í tí privat rikna Skálafjarðatunnlinum, sum hann vil hava gjørdan, hevur Kári P. Højgaard einki greitt svar. Fortreytirnar kunnu vera so ymiskar, sigur hann
Men vit eru samdir um, at nýggja farleiðin í prísi má kunna kappast við ta farleið, sum er har framman undan, t.e. hana um brúnna við Streymin, Norðskálatunnilin og millum Fjarða.
Millum 50 og 60 krónur
Kári P. Højgaard sigur, at tað kostar honum 60 krónur í brennievni at koyra úr Runavík og til Havnar. Haraftrat kemur so slit uppá bilin og tíðin tað tekur at koyra longra strekkið.
Við hesum í huga hugsar Kári P. Højgaard sær, at kostnaðurin í Skálafjarðar-tunnlinum - ein veg - verður millum 50 og 60 krónur.
Landsverk: Minni enn 40 krónur
Eitt er, at prísurin í Skálafjarðar-tunnlinum kann kappast við verandi farleið - eitt annað er, um brúkarin ikki kundi sloppið enn bíligari.
Svarið hevur Landsverk í einum notati, sum varð gjørt fyri einum góðum ári síðani.
Sambært Landsverki slepst niður um 40 krónur, men tá er treytin, at tað almenna sjálvt stendur fyri verkætlanini. Er verkætlanin privat, verður prísurin at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin 53 krónur, sigur Landsverk.
Kappingarførið
Skal Skálafjarðar-tunnilin einsamallur fíggja Sandoyartunnilin fer prísurin í Skálafjarðartunnlinum upp á 67 krónur, og tá verður hann ikki kappingarførur við verandi farleið, um vit siga, at hann ikki má fara upp um 60 krónur.
Men verður Sandoyar-tunnilin partvís fíggjaður við almennum pengum, og vit siga, at markið er 60 krónur, so er pláss fyri, at Eysturoyar-tunnilin hjálpir til at fíggja Sandoyartunnilin.