FA um fiskidagar: Neyðugt at fylgja serfrøðingunum

FA um fiskidagar: Neyðugt at fylgja serfrøðingunum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað ber ikki til at bíða longur við at fremja tær neyðugu tillagingarnar í fiskiskapinum við Føroyar. Tillagingar, sum serfrøðin mælir til
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur undirskrivað skrivið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Mynd: kvf  
 
02.08.2013 - 16:05

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger nú bart: "Tað er neyðugt at fylgja ráðgevingini frá fiskifrøðingum."


Tað sæst í einum skrivi, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent miðlunum í dag.


Í skrivinum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur soleiðis:

"Løgtingið skal nú áseta fiskidagar fyri næsta ár og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at Løgtingið fylgir ráðgevingini frá Havstovuni.


Vanstýring
Føroyar eiga ríkar botnfiskastovnar, serliga tosk, hýsu og upsa. Vegna nátturugivnar umstøður og vanstýring, so eru toska- og hýsustovnarnir niðurpíndir og úrslitið er hareftir. Tað er nærum einki at fiska og fiskivinnan, sum skal liva av serliga hýsuni og toskinum liggur í andaleypi.
Tað eru bert eini ráð, sum virka og tað er at lata fiskastovnarnar fáa frið at vaksa aftur til sínar optimalu støddir, og síðan fiska tær nøgdir, sum teir tá kasta av sær.


Toskastovnurin við Føroyar er nú einans umleið 25.000 tons. Optimal stovnsstødd er umleið 100.000 tons. Hýsustovnurin við Føroyar er nú einans umleið 17.000 tons, meðan optimal stovnsstødd er umleið 80.000 tons.
Ices mælir til minking


Sjálvt um bert umleið 60% av tillutaðu fiskidøgunum eru brúktir tey seinastu árini, mælir  ICES til, at vit minka talið av brúktum døgum til toskaveiðu við 69%, umframt ikki at veiða hýsu í heila tikið.


Sjálvt um tilmælini frá ICES eru sera umfatandi, mælir Havstovan fiskimálaráðharranum og løgtinginum til at fylgja “umsitingarætlanini”, sum varð gjørd, tá Johan Dahl var fiskimálaráðharri. Umsitingarætlanin leggur upp til eina stigvísa skerjing av fiskidøgunum, sum hevur til endamáls, at veiðutrýstið skal vera rætt  í 2016. Havstovan sigur tó eisini, at støðan er serstakliga vánalig og tilmælir tí eina skerjing av brúktum døgum eftir toski og hýsu upp á 30 %.


Lurtar ikki eftir serfrøðini
Fiskimálaráðharrin hevur aftur í ár valt, ikki at lurta eftir serfrøðini. Hann hevur skotið upp, at fiskidagatalið fyri næsta fiskiár skal vera óbroytt. Føroya Arbeiðsgevarafelag mótmælir harðliga hesari avgerð. Føroyar mugu reka ein fiskivinnupolitikk, har lurtað verður eftir serfrøðini.

Endurreisa fiskastovnarnar
Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at við munandi skerjing av fiskidøgunum kemur fiskivinnan fyrst í eina enn størri kreppu, fyri síðani at finna eina javnvág við góðum fiskiskapi og lønsemi. Felagið er tó sannført um, at tað er alneyðugt, at vit velja eina kós, har fiskastovnarnir verða endurreistir, fyri síðani at fiska tað, sum serfrøðin metir kann veiðast úr botnfiskastovnunum árliga. Gera vit tað, vil veiðan eftir botnfiski gerast nógv hægri enn í dag, fiskivinnan fer aftur at vinna pening, fiskavirkini fara at fáa nógv meir at gera og arbeiði verður til nógv fleiri hendur.
Somuleiðis vil hetta føra til, at tað almenna fær nógv meira burturúr.


Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað ber ikki til at bíða longur, við at fremja tær neyðugu tillagingarnar av fiskiskapinum við Føroyar, sum serfrøðin mælir til," skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981