- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldið longt
Føroya rættur longdi í dag varðhaldsfongslingina hjá 18 ára gamli manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli.
Hann skal vera í Varðhaldinum í Mjørkadali til 1.november.
Ákærin, Linda Hesselberg, bað rættin leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur, tí politiið er ikki liðugt at kanna málið enn.
Og mentalkanningin er ikki komin.
Sambært ákæruvaldinum er neyðugt, at maðurin er í varðhaldi, so leingi kanningarnar hjá politinum ikki eru lidnar, millum fyri at forða fyri, at skuldsetti fær møguleika at ávirka kanningarnar.
Rættarfundurin í dag var fyri afturlatnum hurðum eftir áheitan frá ákæranum.
18 ára gamli maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin.
Varðhaldsfongslingin er nú tríggjar ferðir longd fýra vikur.