- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslingin leingjast
Fríggjadagin skal Føroya rættur aftur taka støðu til varðhaldsfongslingina hjá unga manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli.
Ákærin, Linde Hesselberg, fer at biðja rættin leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur, tí politiið er ikki liðugt at kanna málið enn. Og mentalkanningin er ikki komin.
Verjin, Jógvan Páll Lassen, sigur, at hann fer aftur hesa ferð at biðja rættin lata mannin leysan.
18 ára gamli maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin.
Varðhaldsfongslingin er tvær ferðir longd fýra vikur.
Tá grundlógaravhoyringin var, avgjørdi rætturin, at maðurin skal persónskannast og mentalkannast.
Persónskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Mentalkanningin er ikki liðug enn.