SEV byggja út á Vági fyri 50 milliónir kr.

SEV byggja út á Vági fyri 50 milliónir kr.
Varðin Pelagic nýtir nógvan streym, og tí er útbyggingin neyðug
 
30.09.2013 - 09:28

Ravnmagns-tørvurin hjá uppsjóarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri er so stórur, at neyðugt er at útbyggja orkuverkið í Vági fyri 50 milliónir krónur alt fyri eitt fyri at nøkta tørvin í Suðuroynni í nærmastu framtíð.

Tað staðfestir Finn Jacobsen, tekniskur-stjóri í SEV, sum fríggjadagin legði framtíðarætlanirnar hjá stovninum fram fyri kommunustýrislimunum.

Tað krevur sera nógv ravnmagn at fáa til høldar og frysta øll tey tíggjutals túsund tonsini av uppsjóarfiski, ið koma upp á land til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Tí er neyðugt hjá SEV at fremja útbyggingar á orkuverkinum í Vági fyri 50 milliónir krónur alt fyri eitt fyri. Eitt nú skal ein nýggjur motor keypast.

Tað sigur Finn Jacobsen, tekniskur stjóri í SEV. SEV hevur latið eina nýggja kanning gera av ravnmagns-støðuni og -tørvinum í Suðuroynni, og hon vísir greitt, at stórt trýst er á motorarnar hjá SEV í verkinum í Vági, fyri at nøkta vaksandi tørvin á ravnmagni í oynni.

Hóast neyðugt er at gera eina bráfegis útbyggingin av orkuverkinum í Vági við einum nýggjum motori og annað fyri 50 milliónir krónur, so er besta loysnin fyri framtíðina at knýta Suðuroynna upp í ravnmagns-netið í meginøkinum við einum kaðali, sigur Finn Jacobsen.

Tað er ein kostnaðarmikil íløga uppá 250 milliónir krónur. Men hon letur upp fyri nógvum møguleikum, sigur Finn Jakobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008