Vindmyllur í Sandoynni: Effo lægsta boðið, men størstu príshækkingina

Vindmyllur í Sandoynni: Effo lægsta boðið, men størstu príshækkingina
Tilboðini og prísirnir eru givin yvir eitt áramál, sum er 20 ár
Ætlanin er at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga.
 
16.01.2025 - 15:57

Effo hevur lægsta boðið, men størstu príshækkingina. Magn hevur hægsta boðið, men onga príshækking innlagda.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í tilboðini upp á vindmyllulund í Klivaløkshaga í Sandoynni. Tilboðini komu inn í gjár.

Effo hevur tvey tilboð: Annað sigur, at prísurin verður 25,90 oyru fyri kilowatttíman, og hitt er 26,10 oyru fyri kilowatttíman. Aftrat hesum kemur ein prísvøkstur upp á  2,5 prosent um árið.

Tilboðið hjá Magn er 30,70 oyru fyri kilowatttíman, men har er eingin prísvøkstur lagdur aftrat

Felagið Vindorka undir stovnan hjá Jóhan í Niðristovu hevur eisini tvey tilboð, ávikavist 27,40 oyru og 26,97 oyru fyri kilowatttíman, og har er prísvøksturin 1,25 prosent um árið.

Tilboðið hjá SEV er 29,60 fyri kilowatttíman við einum prísvøkstri upp á 1 prosent.

 

Ari Johanneson er leiðari á Elveitingareftirlitinum. 

 

20 ár

Tilboðini og prísirnir eru givin yvir eitt áramál, sum er 20 ár.

- Vit eru nú í ferð við at viðgera umsóknirnar og vænta at vera komin til eina niðurstøðu um hálvan februar, sigur Ari Johanneson, leiðari í Elveitingareftirlitinum hjá Umhvørvisstovuni.

Onnur viðurskifti enn grundprísirnir kunnu eisini gera seg galdandi. 

Náttúrufriðingarnevndin gav í fjør loyvi til, at vindmyllur kunnu byggjast í Klivaløkshaga. Tann avgerðin er farin í Yvirfriðingarnevndina, sum eigur endaligu avgerðina. Yvirfriðingarnevndin hevur ikki tikið ta avgerðina enn.

Ætlanin er, at sjey vindmyllur skulu setast upp, og arbeiðið skal vera liðugt innan tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835