Rudda enn á Trongisvági

Rudda enn á Trongisvági
Tað er framvegis ógreitt, hvaðani oljan stavar
 
30.09.2013 - 15:14

Uppruddingararbeiðið eftir oljulekan á Trongisvágsfirði er ikki liðugt enn. Tari og grót í hópatali er so illa dálkað, at tað má burturbeinast.

Fýra skip eru undir illgruna. Sambært Jalgrími Vestergaard, havnameistara, er oljan ikki farin á sjógv í sambandi við bunkring. Hann dugir tó ikki siga, hvaðani lekin stavar og vísir til sýslumannin.

Umleið 250 metrar av fjøru og havnalagið á Krambatanga, vórðu illa dálkað av oljuni, sum onkursvegna slapp at renna út í fjørðin í farnu viku.

Sambært innsatsleiðara Odduri Dimon, er vónleyst at siga, hvussu nógv olja er farin á sjógv. Neyðugt hevur verið at taka og burturbeina ikki einans oljuna, men eisini fitt av gróti og tara, ið var dálkað av oljuni.

Sambært átaksleiðaranum hevur uppruddingararbeiðið verið rættiliga umfatandi. 8-10 mans eru við í ruddingararbeiðinum.

Løgreglan hevur tikið royndir av oljuni umborð á trimum skipum,ið løgreglan hevur illgruna til. Og roynt hevur verið at fáa royndir av einum fjórða skip, ið var farið avstað aftur, tá lekin var funnin.

Jaspur Vang, sýslumaður vil ikki siga, hvørji skip talan er um, meðan kanningararbeiði verður gjørt.

Fleiri skip vóru í fjørðinum í tíðarskeiðnum, tá oljan er likin á sjógv. Sambært sýslumanninum er torført at siga, nær úrslitini av royndunum fyriliggja. Tað kann taka upp til seks vikur at gera neyðugu kanningarnar av oljuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519