Magnus Heinason lagdur

Magnus Heinason lagdur
Játtanin fyri í ár er uppi, tí umvælingar eru goldnar av pengunum sum eru til rakstur
 
25.09.2013 - 14:23

Rannsóknarskipið Magnus Heinason er givið við kanningunum fyri í ár. Vanliga plagar skipið at vera í drift til november, men bæði í ár og í fjør hava kanningarnar verið skerdar.

Orsøkin er, at rættiliga stórar umvælingar eru gjørdar, sum eru goldnar av vanligu rakstrarjáttanini. Tí er játtanin uppi nú, hóast nakað er eftir av árinum.

Tá skipið á sumri í 2012 var til klassingar, bleiv avdúkað, at nógvastaðni vóru pláturnar ov nógv tærdar.

Kravt varð, at summastaðni skuldu plátur skiftast beinanvegin. Aðrar kundu bíða til árið eftir.

Umvælingarnar á sumri í fjør kostaðu 2,4 mió kr. og tær sum blivu gjørdar seinasta vetur, kostaðu 1,4 mió kr.

Játtanin, sum skipið fær á fíggjarlógini á hvørjum ári, røkkur til rakstur og vanligt viðlíkahald, men hon klárar ikki so stórar eykaútreiðslur sum hesar.

Tí eru kanningarnar skerdar bæði í fjør og í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519