- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjølbroyttur og forvitin í ljóði og lyndi
Tónleikaáhugin hjá 47 ára gamla Heðini Ziska Davidsen byrjaði í fólkaskúlanum, har hann fekk eina blokkfloytu í hondina. Síðani fór hann at spæla kornet, og sum 12 ára gamal tók hann fyri fyrstu ferð gittaran í hond, tá stóribeiggin keypti sær ein gittara, og bað lítlabeiggja sín um ikki at nerta hann.
Forvitnið var tó helst ov stórt, og gittarin gjørdist høvuðsljóðførið hjá Heðini, hvørs tónleikayrkisleið hevur verið sera fjølbroytt og fevnt um nógvar tónleikastílar. Júst forvitni er eitt eyðkenni við Heðin, heldur vinmaðurin og samstarvsfelagin Mikael Blak:
- Heðin er ein fantastiskur tónleikari, og sera forvitin. Hann roynir leiðir, sum eg ongantíð hevði funnið uppá at leita, og finnur nógv spennandi. Hann er eisini forvitin sum persónur, og dámar væl at nørdast við ymsum. Eisini er hann lívsnjótari, og ein góður og tryggur vinur, sigur Mikael Blak.
Og forvitnið sæst kanska aftur í ymsu bólkunum, sum Heðin hevur spælt við. Sum tannáringur var hann við í metalbólkinum Hatespeech, og tá hann fór í student í 1993, byrjaði hann at spæla við ethno-jazzbólkinum Yggdrasil. Heðin hevur í nógv ár verið fastur tónleikari hjá bólkunum Marius Ziska, Heiðrik og Kóboykeks, og seinastu árini spælt nógv við Elinborg og Klingra umframt eina rúgva av øðrum artistum - eitt nú Eivør og Brimheim. Samstundis hevur hann undirvíst á Tórshavnar Musikkskúla síðani 2002, og lagt til rættis og skrivað tónleik.
Sum heild hevur yrkisleiðin hjá Heðin ikki verið so tilvitað, men er evnað til av møguleikum, sum hava tikið seg upp. Og heldur ikki lívsleiðin hevur verið heilt sløtt, tí sum 19 ára gamal misti Heðin pápa sín, sum doyði knappliga av einum hjartatilburði. Tað var ein stórur smeitur, men Heðin brúkti gittaran í sorgini og fór skjótt í skúla aftur. Tað at missa pápan á so ungum aldri, hevur tó ávirkað, væntar Heðin:
- Tað hevur tað heilt vist, men eg dugi ikki at siga hvussu. Kanska hevur tað gjørt, at eg eri nokso óimponeraður av deyðanum. Men eg eri tó ikki kensluleysur, so tað er ein troyst, smílist Heðin.
Í 2016 valdi Heðin at taka eina master í "New Audiences and Innovative Practice (NAIP)" frá Listaháskóla Islands. Hetta víðkaði aftur sjónarhornið, og seinastu árini hevur hann arbeitt við installatiónslist, og gjørt tónleik til pall-, yrkingalist og dansiverkætlanir. 2024 hevur í so máta verið eitt sera virkið ár, har Heðin hevur samstarvað við Dánjal á Neystabø um tónleikin til sjónleikin Romeo og Julia, sum Det Feroische Compagnie setti upp á Glasi í heyst. Eisini hevur hann komponerað og produserað tónleikin til dansiframsýningina "Kanska ein bygd" av dansifelagnum RIVA, tikið ljóðbók upp í samstarvi við Kim Simonsen, og sniðgevi ljóðmyndina til verkið "Anhedonia" av Maibritt Marjunardóttir.
Elektroniski tónleikurin hevur eisini fylt nógv, og ikki minst tónleikur við modular syntesaisarum, sum eitt nú er høvuðsljóðførið í bólkinum Resterne af Rigsfællesskabet, har Heðin samstarvar við tónleikarar úr Íslandi/Damark og Grønlandi. Seinast á skránni hevur verið ein forvitnisliga konsert í samstarvi við Hagstovu Føroya, har hann setti ljóð til hagtøl. Tí verða hagtøl brúkt í tónleiki, merkja vit tey kensluliga, skrivaði Hagdtovan um átakið. Heðin spælir eisini tvær konsertir á Vetrarjazzi, sum byrjar í morgin - eina við Tjant og eina við Yggdrasil.
Lívs- og yrkisleiðin, fjølbroytnið og forvitnið heldur áfram, og eisini í 2025 eru fleiri verkætlanir á skránni. Tvær LP´ir eru ávegis - ein av Tjant og ein av Resterne af Rigsfællesskabet. Eisini hevur Heðin ætlanir um samstarv við Hagstovu Føroya, Afenginn og RIVA um ymsar verkætlanir, somuleiðis sum eitt nýtt samstarv er í stoypiskeiðini við kirkjuorgli og guiataróljóðið/noise. Haraftrat heldur samstarvið við Klingru áfram, at gera ljóð til yrkingalist - og sjálvandi allar hinar konsertirnar.
Lurtið eftir allari samrøðuni við Heðin Ziska Davidsen.