- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar áhugaverdar í gransking
Føroyar eru eitt áhugavert stað at granska, serliga tá talan er um ílegu-gransking.
Tað sigur 38 ára gamli Janus Vang, sum er fyrsti stjórin í Granskingarsetrinum iNova við Hoyvíksvegin í Havn.
Samanrenningin av Fróðskaparsetri Føroya, Fiskaaling og ymsum privatum vinnufyritøkum í granskingarsetrinum er serstøk, og gevur serliga góðar møguleikar at søkja um fígging til verkætlanir.
Janus Vang tók embætisprógv á Roskilde Universitetscenter í 2004 innan mokylærbiologi og kemi. Síðani starvaðist hann á biologiska instituttinum á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2006 flutti hann til USA, har hann hevur skrivað PhD ritgerð innan biomedisinska vísind á universitetinum í Connecticut. Í 2012 flutti hann aftur til Føroya at búgva.
Sum stjóri í P/F iNOVA verður Janus Vang dagligur leiðari á granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Tórshavn. Hansara uppgáva verður at byggja upp eitt virkið og áhugavert granskaraumhvørvi.
Granskarasetrið varð tikið í brúk í juni í ár. Almenni grunnurin Vinnuframi eigur bygningin og hevur innrættað hølini, og P/F iNOVA skal standa fyri rakstrinum. Nakrar av teimum størstu fyritøkunum í Føroyum hava sett partapening í iNOVA.