Ætla at byggja útgerðarhavn á Drelnesi

Ætla at byggja útgerðarhavn á Drelnesi
Tvøroyrar kommuna sigur, at økið á Drelnesi er nóg stórt bæði til útgerðarhavn og mentanarhús
Nú verður fyrireikað at byggja útgerðarhavn á Tvøroyri
 
19.09.2013 - 08:00

Ætlan er nú løgd til fyrireikingarnar til eina útgerðarhavn á Drelnesi. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Seinnapartin í gjár var fundur millum Tvøroyrar býráð og partafelagið Nordserv Drelnes um eina møguliga útgerðarhavn á Drelnesi.

Stovnaðu felag í nítiárunum

Nordserv Drelnes er eitt felag, sum Danbor í Esbjerg og partafelagið Richard B. Thomsen á Tvøroyri stovnaðu í hálvfemsunum. Og Danbor í Esbjerg er partur av AP Møller/Mærsk-samtakinum. Við á fundinum í gjár við Tvøroyrar býráð var menningarstjórin hjá Danbor í Esbjerg, Steen Hansen.

Hann sigur í samrøðu við Suðuroyarportalin, at partarnir løgdu eina ætlan fyri, hvussu arbeiðast skuldi við ætlanunum at gera eina útgerðarhavn á Drelnesi.

- Vit fara nú at tosa við áhugað oljufeløg, og bjóða okkum fram at veita teimum eina sera góða tænastu á Drelnesi, sigur Steen Hansen við Suðuroyarportalin. Hann sigur eisini, at Tvøroyrar kommuna kunnaði teir um økið á Drelnesi.

Útgerðarhavn og mentanarhús

Tvøroyrar kommuna boðaði Norserv Drelnes frá, at tað heilt skjótt verður farið undir at byggja eitt mentanarhús á økinum, og at økið til útgerðarhavnina tí ikki verður so stórt, sum av fyrstan tíð ætlað. Men partafelagið Nordserv Drelnes boðaði frá, at økið er nóg størt til bæði útgerðarhavn og mentanarhús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079