- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevur ongar pengar aftur frá lesandi

Landsstýrið fer kortini ikki at krevja pengarnar aftur frá teimum, sum fáa studning til at fáa sær útbúgving uttan fyri Norðurlond. Ætlanin hjá landsstýrinum var at umleggja útbúgvingarstuðulin, so ein partur av ÚSUN-stuðlinum skuldi leggjast um til lán.
Skuldi ikki rindast aftur
Lánið skuldi tó ikki rindast landskassanum aftur, um tann lesandi kemur heim aftur til Føroya at búgva eftir loknan lestur. Men nú verður ikki brúk fyri hesari sparingini hjá landskassanum. Tað segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, í Degi&Viku í gjárkvøldið.
Spara hálva triðju millión
Landsstýrið væntaði at spara hálva triðju millión krónur um árið frá 2017. Ætlanin var at seta skipanina í verk í august næsta ár. Men sambært tí, sum landsstýrismaðurin segði í gjárkvøldið, verður hon av ongum.