- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hotellini fleiri ferðafólk í ár
Gistingarhúsini hava havt fleiri gestir higartil í ár enn í fjør.
Hotellini, sum útvarpið hevur tosað við, hava verið fullsett í juni, juli og august, og samanlagt hava verið fleiri gestir í ár enn somu tíð í fjør.
Hotel Gjáargarður og Hotel Streym hava havt umleið tíggju prosent fleiri gestir í ár enn í fjør, og á hotellinum í Vágum hevur framgongdin verið um fimm prosent.
Bíligir ferðaseðlar
Jens Tummas Næs, stjóri á Hotel Streymi, heldur, at eitt nú bíligu ferðaseðlarnir, sum Smyril Line hevur selt í lágárstíð, hava givið hotellinum meira at gera í ár. Hann sigur, at fleiri gestir eru komnir úr fjarskotnum londum, sum Kina og Japan, men eisini fleiri amerikanarar, kanadiarar og eysturevropearar hava gist á Hotel Streymi.
Á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn hava eisini verið fleiri gestir.
Í juli mánaði vóru færri fólk á Hotel Føroyum, tí fleiri ferðastovur avlýstu bólkaferðir til Føroya vegna vánaliga undirtøku. Men august og septembur hava verið góðir.
Sesongin longd
Thora Augustinussen, søluleiðari á Hotel Føroyum, sigur, at tey staðfesta, at sesongin er longd inn í lágárstíd. Hotellið leggur seg eftir at fáa fleiri ferðafólk í lágárstíd, og tað sær nú út til geva úrslit.
Ein orsøk til, at hotellið hevur meiri at gera í lágárstíð, eru fleiri ráðstevnur, og at fleiri bólkar gista á hotellinum. Á Hotel Føroyum hava tey eisini lagt til merkis, at matferðavinnan í Føroyum er vaksandi, tí fleiri útlendingar koma til Føroya at royna føroysku matrávørurnar.
Arbeiða saman við flutningsfeløgunum
Thora Augustinusen sigur, at hotellið arbeiðir væl saman við millum annað Atlantic Airways og Smyril Line um at vekja áhuga hjá útlendingum at koma til Føroya. Og líkt er til, at nýggju farleiðirnar hjá Atlantic Airways til Italia og Spania hava drigið fleiri ferðafólk til Føroya.
Ið hvussu er hava fleiri spaniólar og italiumenn búð á Hotel Føroyum, síðani Atlantic Airways fór at flúgva til hesi bæði londini.