- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey ferðsluóhapp í Havn
Tvey ferðsluóhapp vóru í gonguteigum í Havn í morgun.
Klokkan knappliga eitt korter til níggju koyrdi ein bilur á ein 17 ára gamlan næming í Hoydølum á gonguteiginum á Hvítanesvegnum, oman fyri viðalundina í Hoydølum.
Drongurin var á veg tvørtur um vegin, tá ein bilur á veg niðaneftir rendi á hann í gonguteiginum.
Á Landssjúkrahúsið
Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har er hann enn. Hann hevur fingið skaða, men hvussu ringur, skaðin er, veit politiið ikki enn.
Klokkan hálvgum ellivu fekk poltiiið fráboðan um, at ein níggju ára gomul genta var komin fyri ein bil í gonguteigi við Fr. Petersensgøtu og J. Paturssonargøtu. Tað hendi klokkan tíggju minuttir í átta í morgun, men varð ikki meldað fyrr enn klokkan hálvgum ellivu. Gentan fór á skaðastovuna, men sambært politinum fekk hon ikki nevniverdan skaða.