- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal sita í fýra vikur afturat
Skal sita í fýra vikur afturat
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli í summar, var aftur í rættinum í dag
06.09.2013 - 14:55
Føroya rættur avgjørdi at leingja fongslingina av 18 ára gamla manninum, ið er skuldsettur fyri drápsroynd, tá fýra fólk vóru stungin við knívi í Norðdepli í juli mánaði.
Varðhaldsfongslingin var úti í dag, men rætturin avgjørdi at leingja fongslingina fýra vikur, so løgreglan fær betri stundir at kanna málið og arbeiða víðari við einum møguligum ákæruriti móti manninum.
Nýggjastu sendingar í ÚV