Endurskapa drápsroyndina í Norðdepli

Endurskapa drápsroyndina í Norðdepli
Ákæruvaldið fer at biðja um, at maðurin, sum er skuldsettur í málinum, verður verandi í varðhaldinum
Politiið kannar framvegis málið um drápsroynd í Norðdepli, og í løtuni verður sjálv hendingin endurskapað
 
04.09.2013 - 09:13

Varðhaldsfongslingin av 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli, er úti fríggjadagin. Politiið kannar framvegis málið, og í løtuni verður sjálv hendingin endurskapað. Vitni eru í Norðdepli í hesum døgum og greiða frá, hvussu hendingin fór fram.

Frágreiðingar verða tiknar upp á sjónband, og upptøkurnar skulu brúkast í rættinum. Knívurin, sum ungi maðurin ar skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við, er ikki funnin.

Persónskanningin liðug

Persónskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Og fútin hevur fingið at vita, at mentalkanningin verður liðug hálvan september ella seinnapartin í september. Mentalkanningin verður síðani send Rættarlæknaráðnum í Danmark til ummælis.

Væntandi verður Rættarlæknaráðið eisini spurt, hvussu vandamiklar knívsstungurnar vóru. Ákæruvaldið fer at biðja um at fáa varðhaldsfongslingina longda, tí málið er ikki liðugt kannað, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035