- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar koma til Føroya at góðkenna virki og skip
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur boðið heilsufrøðiliga myndugleikanum í Russlandi, Rosselkhoznadzor, á eftirlitisvitjan í heyst, í sambandi við at nøkur matvøruvirki og verksmiðjuskip vilja sleppa á Russlands-listan.
Treytin fyri at sleppa á Russlands-listan er, at umboð fyri teirra tollsamgongu - ið umfatar Russland, Kazakstan og Hvítarussland - skulu góðkenna hesi matvøruvirki og verksmiðjuskip, og tað verður gjørt á tann hátt, at Rosselkhoznadzor sjálvur kemur á eftirlitsvitjan.
Strikað á listanum
Eitt av virkjunum, sum sambært heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, vil sleppa á Russlands-listan, er virkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði. Virkið í Kollafirði var á listanum, men varð strikað.
Undan russisku vitjanini verður Heilsufrøðiliga starvsstovan í skrivi frá Rosselkhoznadzor biðin um at upplýsa ymisk viðurskifti um starvsstovuna, soleiðis at eftirlitisfólkini kunnu fyrireika seg til vitjanina. Tí munur er á, hvat Russland krevur ,og hvat ES krevur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og av virkjunum.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.