Rúsan megnaði avlopskravið í fjør

Rúsan megnaði avlopskravið í fjør
Rúsdrekka landsins seldi fyri 120 milliónir krónur, tríggjar milliónir fleiri enn í 2011
Avlopið hjá Rúsdrekkasøluni í fjør var góðar 16,8 mió. kr., góðar 1.000 kr. meira enn løgtingið kravdi
 
26.08.2013 - 11:28

Politiska avlopskravið hevur óhepna ávirkan á tænastustøðið og trivnaðin hjá starvsfólkunum hjá Rúsdrekkasølu landins.

Kravið hjá løgtinginum um næstan 17 milliónir krónur í avlopi, sama hvussu nógv verður selt, er ein tungur kleppur at dragast við hjá Rúsuni.

Tað verður endurtikið í ársfrágreiðingini fyri 2012.

Kravið hækkaði 50 prosent

Avlopskravið hækkaði nógv, 50 prosent, í 2010. Tað gjørdi, at prísirnir hækkaðu, førleikamenningin hjá starvsfólkunum varð avmarkað og nógv minni er brúkt til íløgur og viðlíkahald.

Avlopið hjá Rúsdrekkasøluni í fjør var góðar 16,8 mió. kr., góðar 1.000 kr. meira enn løgtingið kravdi.

Í fjør mælti leiðslan hjá Rúsdrekkasøluni til at gera Rúsdrekkasøluna til alment partafelag. Ella seta kravið um avlop eftir søluni.

Vinningsbýti

Verður Rúsdrekkasølan alment partafelag, fær landskassin vinningsbýti av vinninginum, vóru ráðini í fjør.

Hin møguleikin er at seta avlopskravið eftir umsetninginum ella sum serligt avgjald eins og onnur avgjøld á rúsdrekka. Rúsan seldi meira í fjør enn árið fyri. Sølan í fjør var 120,1 millión, hon var 117,7 mió. kr. í 2011.

Ølið, sum føroysku bryggjaríini sjálvi selja, er ikki við í tølunum hjá Rúsuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519