- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðið í Egyptalandi kann ávirka Atlantic Airways
Atlantic Airways flýgur til Egyptalands fyri eina danska ferðaskrivstovu, men nú í triðja ársfjórðingi ávirkar ófriðurin í Egyptalandi ikki leiguflúgvingina hjá Atlantic Airways stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan ársfjórðingin er avmarkað.
Kann gerast verri
Men heldur ótrygga støðan fram eftir 1.oktober, tá meiri flúgving er til Egyptalands, kann tað ávirka ársúrslitið hjá føroyska flogfelagnum, sigur Atlantic Airways, sum í gjárkvøldið kunngjørdi úrslitið fyri fyrra hálvár.
Mjørkin ávirkar eisini
Men nógvi mjørkin í summar hevur longu ávirkað úrslitið í triðja ársfjórðingi. Hann kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 mió. kr. Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrra hálvár var 3,5 mió. kr. eftir skatt, góðar tvær milliónir meira enn í fjør. Ferðafólkatalið er vaksið sjey prosent, tí felagið hevur havt fleri ferðaseðlar til sølu og fleiri lágprísferðir eru seldar.
Í oktober fær felagið triðja Airbus-flogfarið. Í vetur fer tað flogfarið fyrst og fremst í leiguflúgving úr Danmark.