ES-boykottið: Seinasti ivin fyribeindur

ES-boykottið: Seinasti ivin fyribeindur
Handilsforðingarnar móti Føroyum koma í gildi mikudagin í næstu viku, tann 28.august. Kunngerðin um boykottið stóð í Kunngerðarblaðnum hjá ES í gjár. Í henni stendur, at boykottið kemur í gildi sjeynda dagin eftir fráboðanina, og tað er galdandi í øllum ES-londum.
Nú er endaliga greitt, at handilsboykottið hjá ES móti Føroyum verður sett í verk mikudagin 28. august.
 
22.08.2013 - 09:16

Handilsforðingarnar umfata 14 vørusløg viðvíkjandi sild og átta viðvíkjandi makreli. 

Frá næsta mikudegi er forboðið at innflyta hesi 22 vørusløgini í ES. Londini í ES fáa eisini ein lista við teimum føroysku skipunum, sum fiska sild, og sum ikki sleppa at landa í ES.

Sambært kunngerðini er endamálið við tiltøkunum at verja norðhavssildina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878