Ísland stuðlar Føroyum

Ísland stuðlar Føroyum
Landsstýrið fær fullan stuðul frá íslendsku stjórnin, nú landsstýrið dregur ES fyri altjóða gerðarrætt í sambandi við makrel- og sildastríðið við ES
Íslendska stjórnin stuðular landsstýrinum í stríðnum við ES
 
16.08.2013 - 17:01
Samstundis sum landsstýrið seinnapartin boðaði frá, at tað dregur ES inn fyri altjóða gerðarrætt í sambandi við makrel- og sildastríðið við ES, heitir íslendska stjórnin á ES um at taka aftur hóttanirnar um handilstiltøk mótvegis Føroyum og Íslandi. 
Tað stendur í eini fráboðan, sum íslendsku stjórnin fyri løtu síðan hevur sent út.   
Harvið stuðlar íslendska stjórnin føroyska landsstýrinum í stríðnum móti ES. 
Í hvassorðaðu fráboðanini mótmælir íslendska stjórnin harðliga framferðarháttinum hjá ES, sum hóttir Føroyar og Ísland við handilstiltøkum í royndunum at finna semju um býtið av ferðandi fiskastovnunum í Norðuratlantshavi. 
Íslendska stjórnin vísir - eins og landsstýrið - á, at sambært altjóða lóg skulu lond leggja seg eftir at loysa trætur sínámillum við friðarligum hættum. 
Íslendska stjórnin heitir staðiliga á ES at taka hesar hóttanir aftur og fylgja teimum skyldum, ES hevur bundið seg til sambært altjóða rætti. 
 
Les fráboðanina frá íslendsku stjórnini her: http://www.mfa.is/news-and-publications/nr/7741
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878