- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS dregur P/F Vinnuna í Hægstarætt
Stutt eftir, at Eystari landsrættur segði dóm í málinum í fjør, vendi TAKS sær til til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS eigur at royna málið í Hægstarætti.
Í tíðindaskrivinum sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur, at TAKS heldur framvegis, at alt ikki er farið rætt fram í málinum um vinningsbýtið hjá P/F Vinnuni. Tað styrkir bara okkara støðu, at Kamaraadvokaturin í Danmark tekur undir við okkum, sigur hann.
Eftir niðurstøðuna hjá Kamaradvokatinum, søkti TAKS tíðliga í ár um at sleppa í Hægstarætt við málinum.
Procesbevillingsnævnet, ið tekur støðu til, hvørji mál sleppa at verða roynd í Hægstarætti, gav stutt fyri summarfrítíðina tilsøgn um, at TAKS fær møguleikan at royna málið í Hægstarætti.
- Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar. Tað kundi sjálvandi verið freistandi - fyri frið skyld - at lagt hetta málið á hillina, men tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp. Tað gera vit nú við at royna málið í Hægstarætti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS í tíðindaskrivinum.
Tað er ikki enn greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera sakarmálið millum TAKS og partaeigararnar í P/F Vinnuni í Gøtu.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, og sakføraranum hjá Vinnuni í Gøtu, men tað eydnaðist ikki til hesa tíðindasending.