Strandfaraskip landsins hevði hall í 2011

Strandfaraskip landsins hevði hall í 2011
Strandfaraskip landsins høvdu 900.000 kr. í halli í fjør. Hallið var hálvthundrað túsund krónur størri enn í 2011
Strandfaraskip landsins høvdu 900túsund krónur í halli í 2011.
Mynd: Kvf  
 
02.08.2013 - 10:28

Raksturin hjá Strandferðsluni kostaði 148,4 milliónir krónur í fjør.

Strandferðslan seldi millum annað ferðaseðlar fyri góðar 58 mió. kr. í fjør.  

Oljan kostaði meira í fjør, og skaðar, leiga av eykaskipum og umbyggingin av Teistanum gjørdu eisini mun í fjør. Stovnurin noyddist at brúka hálva triðju millión av rakstrarjáttanini til at umvæla Teistan. Tað arbeiðið kostaði 20 milliónir, landið læt 17,5 milliónir til umbyggingina, so Strandfaraskip noyddust at koma við 2,5 milliónum.

Eisini í fjør var upprunaliga játtanin í fíggjarlógini ov lítil, so Strandferðslan fekk 12,3 mió. kr. í eykajáttan til olju í 2012.

Nú í 2013 er oljuprísurin steðgaður at hækka, og Strandferðslan heldur, at tær 9,8 milliónirnar, sum stovnurin fekk eyka til olju í ár, fara at røkka.  

Sambært fíggjarlógini skuldi Strandferðslan spara 4,8 milliónir í fjør.

Hetta skuldi, sambært Búskaparfrágreiðingin hjá landsstýrinum, gerast við færri túrum til Suðuroynna og Sandoynna. Strandferðslan vísti á ein annan møguleika, sum er at hækka ferðaseðlaprísin og farmaprísin.

Einki av hesum tiltøkum er enn sett í verk, er stutta niðurstøðan í ársfrágreiðingini hjá Strandfaraskipum landsins fyri 2012. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519