Oyggjaleikir: Gudmundur vann fyrsta heiðursmerkið

Oyggjaleikir: Gudmundur vann fyrsta heiðursmerkið
Gudmundur Joensen vann í morgun fyrsta heiðursmerkið fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í Bermuda. Hann fekk silvur í triathlon. Hetta er samstundis fyrsta heiðursmerki hjá monnum, sum er vunnið í triathlon á Oyggjaleikum
 
14.07.2013 - 19:30

-Eg setti mær sum mál at vinna gull, men tá tað ikki gekk, eri eg kortini væl nøgdur við silvur, segði ein fegin Gudmundur Joensen, tá hann var komin á mál.

Triathlon er ein tann mest krevjandi ítróttagreinin á Oyggjaleikum. Fyrst svumu teir 1500 metrar, súkklaðu síðani 40 kilometrar og runnu 20 kilometrar.

Orknoyggjar vunnu sannførandi gullið hjá monnum, og bronsunda fekk Hetland. Sostatt vóru tað umboð úr nøkrum av teimum kaldastu londunum á Oyggjaleikunum, sum vunnu hesa krevjandi ítróttagrein á Oyggjaleikunum.

Ein annar føroyingur var eisini við í kappingini hjá monnum. Tað var David Arge Klevang Pedersen, sum gjørdis nummar 25 av 48 monnum. Hann var væl nøgdur, tí hann hevur bara vant triathlon í fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050