Bóndi í Sumba fingið festið í Fámará

Bóndi í Sumba fingið festið í Fámará
Jens Heri Jacobsen, bóndi i Sumba, hevur fingið festið í Famará
Jens Heri Jacobsen, bóndi í Sumba, hevur fingið festið í Fámará.
 
12.07.2013 - 12:45

Toymið, sum viðgjørdi tær 10 umsóknirnar, Búnaðarstovan fekk, innstillaði einmælt Jens Hera Jacobsen til festið.

Jens Heri Jacobsen hevur verið uppsitari í Famará seinastu 13 árini. Hann hevur umsitið festið fyri Búnaðarstovuna.

Í toyminum, sum viðgjørdi umsóknirnar, vóru landbúnaðarráðgevin, Rolvur Djurhuus, og umsitingarleiðari á Búnaðarstovuni Andrass Holm Arge, - teir eru føddir limir - og teir báðir valdu so Hans Martin Andreasen, røktara á Búnaðarstovuni, afturat í toymið.

Heildarmeting
Heildarmetingin hjá toyminum er, at Jens Heri Jacobsen hevur drúgvastu og mest viðkomandi royndirnar at fáa festið.

Jóhan Dalsgaard, sum býr í Famará, hevur fingið freist frá Búnaðarstovuni til mánadagin, 15.juli, at flyta haðani, so eingi fólk ella djór eru eftir í Famará.

Jóhan Dalsgaard hevur longu boðað frá, at hann fer at kæra avgerðina hjá Búnaðarstovuni til Fiskimálaráðið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878