Toskur og hýsa illa fyri undir Føroyum

Toskur og hýsa illa fyri undir Føroyum
Støðan hjá toskinum og hýsuni undir Føroyum er framvegis ikki góð
Toskur og hýsa eru framvegis illa fyri undir Føroyum
 
09.07.2013 - 07:30
Havstovan hevur kunngjørt úrslitini av yngulkanningini, sum varð gjørd í summar. Endamálið við kanningini var millum annað at vita, hvussu sterkir toskaárgangirnir á landgrunninum eru. 
 
Og støðan er ikki góð. Hon er líka ring sum í 1991, sum er ringasta árið, síðani yngulkanningarnar byrjaðu í 1974.  
   
Eftir trý vána ár vaks yngulin til beint oman fyri miðal í 2008. Í 2009 var nøgdin nærum tvífalt so stór sum í 2008. Hetta sást eisini aftur í yvirlitstrolingunum eitt til tvey ár seinni.
 
Men onkursvegna spurdust bara ein árgangur undir miðal og ein miðalárgangur burtur úr tí, sigur Havstovan. 
 
Tað minsta, Havstovan veit um
Toskanøgdin seinastu fýra árini hevur verið ájavnt teirri í 1991, sum er tað minsta, Havstovan veit um.
 
Eisini fyri hýsu gjørdist úrslitið í summar sera vánaligt. Eftir tvey góð úrslit í 2008 og 2009, hava fýra tey seinastu árini verið sum í 1995 og 1996, sum eru vánaligastu árini síðani 1994. 
 
28 fiskasløg komu í trolið hjá Magnusi Heinasoni, men lítið er til av flest øllum sløgum, og støddirnar eru yvirhøvur smáttfallandi.  
 
Havstovan gjørdi eisini ætikanningar. Gróðurin í sjónum er væl undir miðal, men nógv djóraæti er. Eins og í fjør er sjógvurin nakað kaldari í ár samanborin við somu tíð árini fyri. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035