Norðfra í Nordepli selt

Norðfra í Nordepli selt
Leif Høj og Kaj Otto Frederiksberg hava keypt allan ognarpartin í virkinum Norðfra í Norðdepli, sum í mong ár hevur spesialiserað seg í at selja lidnar fiskavørur
Norðfra í Norðdepli hevur skift eigarar.
 
10.07.2013 - 00:45
- Vit hava í eina tíð átt 25 prosent av Norðfra, men hava nú keypt hini 75 prosentini eisini, sigur annar av nýggju eigarunum, Kaj Otto Frederiksberg.
 
Framvegis verður tað tó Jógvan Høj, ið kemur at reka Norðfra og standa fyri arbeiðinum har, tí hann hevur allan fak-kunnleikan, ið krevst til framleiðsluna.
 
- So sjálvt um vit nú eiga Norðfra, verður talan um sama virksemi og somu vørur sum áðrenn, sigur Kaj Otto Frederiksberg.
 
Teir báðir nýggju eigararnir av Norðfra eru eisini kendir frá felagnum FoFish, sum teir eiga saman við Osmundi Justinussen og Janusi Knudsen.
 
Jógvan Høj, sum hevur átt í virkinum síðani 1997, sigur við útvarpið, at hann fekk eitt tilboð, sum hann ikki kundi annað enn taka av. Aðra viðmerking hevur hann ikki.
 
Kelda: portal.fo
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878