Stjórnarskipanin fall

bannari
Stjórnarskipanin fall
Løgtingið fer í dag væntandi at fella uppskotið frá Tjóðveldi og Framsókn um nýggja stjórnarskipan.
 
06.05.2013 - 16:11
Málið hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini, men meirilutin - umboðini fyri samgonguflokkarnar og Javnaðarflokkin - tekur ikki undir við uppskotinum, og mælir frá at samtykkja tað.
 
Meirilutin sigur í álitinum, at rættarnevndin er samd um, at uppskotið er gott grundarlag undir einari nýggjari stjórnarskipan. Men nevndin hevur ikki havt stundir at geva málinum ta viðgerð, tí tørvar.
 
Løgmaður hevur greitt rættarnevndini frá, at einki stendur í samgonguskjalinum um nýggja stjórnarskipanarlóg. Men hendir einki í málinum fer hann at taka málið til viðgerðar í landsstýrinum og fyrireika ein leist fyri, hvussu arbeiðið kann halda fram, og síðani fyrireika uppskot um nýggja stjórnarskipan, sigur meirilutin.
 
Minnilutin, umboðið fyri Tjóðveldi, sigur, at stjórnarskipanaruppskotið hevur ikki fingið ta rúmd og viðgerð í rættarnevndini, sum eitt slíkt mál eigur at fáa. Hóast tað, heldur minnilutin uppskotið verða so mikið væl úr hondum greitt, at hann mælir tinginum til at samtykkja tað. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835