Varðin-útbyggingin á býráðsfund fyrrapartin

Varðin-útbyggingin á býráðsfund fyrrapartin
Tvøroyrar býráð hevur býráðsfund fyrrapart har málið um útbyggingina hjá Varðin Pelagic skal viðgerast. Og nú er lagt til rættis fyri loyvinum.
 
20.03.2013 - 07:52

Býráðið á Tvøroyri fer á eykabýráðsfundi klokkan tíggju fyrrapartin at brúka lógarheimildina, sum býráðið fekk í gjár, at stytta freistirnar, nú byggisamtyktin skal broytast.

Á skránni fyri eykabýráðsfundin er byggisamtyktin á havnarøkinum, broytingaruppskot og framskundað mannagongd.

Síðani skal skrivast ein umsókn til Innlendismálaráðið um undantaksloyvi eftir broyttu lógini og eitt kunningarskriv til fólkið í kommununi. 

Skal grundgeva fyri at kunna brúka lógarbroytingina, noyðist Tvøroyrar kommuna við loyvi frá Innlendismálaráðnum at leggja fram aftur broytingarnar í byggisamtyktini, sum annars lógu frammi til í gjár við kærufreist til 9. apríl.

Saman við umsóknini skal býráðið grundgeva fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at Tvøroyrar kommuna skal hava frávik frá vanligu freistunum.

Eingin ivi er um, at Tvøroyrar kommuna fær loyvið frá landsstýrismanninum. Tað var jú tí, at lógin varð broytt.

Og so skal býráðið í seinasta lagi dagin eftir, at tað fær loyvið um frávik frá tíðarfreistunum, beinleiðis og persónligt kunna tey fólk, sum broytingin ávirkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859