Stjórnarskipanin til viðgerðar í dag

bannari
Stjórnarskipanin til viðgerðar í dag
Í dag sleppur løgtingið endiliga at taka støðu til, um tingið skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan, sum kom í tingið 7.september í fjør.
 
19.02.2013 - 09:54
Tjóðveldi og Framsókn eiga uppskotið. Fyrsta viðgerð skuldi vera í oktober, men tá bóðu flokkarnir, sum eiga málið, um at fáa viðgerðina útsetta, tí Poul Michelsen í Framsókn var í farloyvi úr tinginum tá.
 
Í oktober samtykti meirilutin í formansskapinum, tríggir av fýra, at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur eftir at umsitingin hjá løgtinginum hevði løgfrøðiliga eftirkannað uppskotið.
 
Tingið skal tí í dag fyrst atkvøða um tilmælið um burturvísing. 
 
Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.
  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962