- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj nólsoyarferja í tinginum í dag

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at fáa heimild at byggja nýggja ferju til nólsoyarleiðina fyri í mesta lagi 50 mió. kr.

Ætlanin er at byggja eina ferju, sum tekur 170 ferðafólk um summarið og umleið 90 fólk um veturin, umframt 10-12 persónbilar ella tveir lastbilar. Arbeiðið at gera verkætlan verður boðið út í Føroyum og uttanlands, og tað verður mett at kosta tvær milliónir krónur. Ætlanin er at bjóða hetta arbeiðið út fyrst í nýggj árinum.

Arbeiðið at smíða ferjuna verður eisini boðið út í Føroyum og uttanlands. Væntandi kann farast undir arbeiðið seinast í 2013, og ferjan skal setast í sigling í 2015.

Bíligari at reka

Biðið verður um at fáa 7,5 milliónir krónur næsta ár, 20 milliónir í 2014 og 22,5 milliónir kr. í 2015, tá ferjan skal verða liðug. Í kostnaðinum eru eisini projekteringútreiðslur og útreiðslur til eftirlit, tilsamans fýra milliónir kr.

Ternan, sum í løtuni røkir nólsoyarleiðina, er 33 ára gomul og ikki tíðarhóskandi. Hon er ov stór til bilflutning til Nólsoyar, og raksturin er óneyðuga dýrur, sigur Vinnumálaráðið.

Raksturin av nýggju ferjuni, sum verður lagað til farleiðina, verður eina góða millión bíligari.