- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava málið um Landsbankan betur lýst

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir løgtinginum frá at samtykkja lógina um at taka Landsbanka Føroya av, áðrenn málið er fult upplýst.

Tað stendur at lesa í hoyringarsvari, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur latið Fíggjarmálaráðnum og løgtinginum, og sum varð almannakunngjørt í sambandi við fyrstu viðgerð av málinum í dag.

Ikki sannførd

Í hoyringarsvarinum, sum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur skrivað undir, stendur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki er sannført um, at hetta er besta leið at ganga, og at gjølligari útgreiningar av avleiðingunum vanta.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at felagið í fleiri førum hevur víst á, at neyðugt er at rationalisera raksturin í tí almenna, men í hesum føri óttast felagið fyri, at týdningarmiklar uppgávur detta niður ímillum, og at tapið er størri enn vinningurin av at fremja ætlanina.

Arbeiðsgevarafelagið heftir seg mest við vandan, at føroyski búskapurin fær eina lægri rating frá metingarstovninum Moody's.

Ratingin

Í hoyringarsvarinum verður sagt, at "tað er av alstórum týdningi, at landsstýrið tryggjar sær, at broytingin í virksemi Landsbankans ikki hevur ta avleiðing, at føroyski búskapurin fær eina lægri rating frá Moody´s. Hetta er ikki tikið upp á mál í viðmerkingunum til tey lógaruppskot, sum nú eru løgd fyri tingið. Tað er tí átrokandi at fáa greiðu á, hvørja ávirkan avtøkan av Landsbankanum kann hava fyri ratingina av føroyska búskapinum, um henda ætlan verður gjøgnumførd."

Greiða ivaspurningar

"Um vandi er fyri, at føroyski búskapurin fær lægri rating, ella at Føroyar av aðrari orsøk fáa hægri rentu orsakað av ætlaðu broytingunum, ger lógaruppskotið størri skaða enn gagn", sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum mælir til at fáa greiði á øllum ivaspurningum, áðrenn endalig støða verður tikin í løgtinginum