Luna Ársins virki

Luna Ársins virki
Atli Gregersen, stjóri í Luna, verður gestur í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld
Atli Gregersen er stjóri í Luna, sum er kosið Ársins virki 2012
 
28.09.2012 - 18:44

Ársins Virki 2012 er Pf. Luna.

Á Vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, varð avdúkað, at Pf. Luna hevur fingið heiðurin sum Ársins Virki 2012. Dómsnevndin legði m.a. dent á tey fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkuni, og at  Luna støðugt hevur ment sítt virksemi, bæði innan framleiðslu og marknaðarføring.

Varðin Pelagic ársins átak

Ársins Átak 2012 er P/F Varðin Pelagic  Í grundgevingunum vísti dómsnevndin m.a. á, at talan er um eina neyva verkætlanarstýring í byggiarbeiðinum og tann týdning, sum eitt slíkt virki hevur fyri Suðuroynna og Føroyar sum heild.

Atli Gregersen er stjóri í Pf. Luna, og hann verður gestur í Vangamyndini í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Liljan Weihe er vertur í Vangamyndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878