- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk ikki ískoyti í fundarfrágreiðingina
Tað gongur ongan veg við dialysuni í Suðuroy. Starvslýsingar koma ikki út.
Nakrar dagar frammanundan hevur verið um reppið, at Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, var burturvíst, við teirri grundgeving, at hon arbeiðir í sjálvdrátti saman við privatum gevarum, sum skulu tryggja, at útgreiningarvirksemi kemur á Klaksvíkar sjúkrahús við einum spildurnýggjum Tesla-skannara.
Akkurát tað, sum Landssjúkrahúsið manglar.
Hetta er pallurin, tá leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hittist í Suðuroy tann 16. juni í fjør.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mist álitið
Og her skal Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hava sagt, at hon hevur ikki álit á leiðslubólkinum. At hon kennir seg ikki sannførda um, at tey fremja tað í verki, sum hon politiskt setur út í kortið.
Hetta vil stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi hava við í fundarfrágreiðingina.
Tá einki stendur um tað, skrivar hann sjálvur eitt ískoyti til fundarfrágreiðingina, har tað framgongur, at Margit Stórá sigur seg ikki hava álit á leiðslubólkinum. Hann vil hava ískoytið journaliserað saman við fundarfrágreiðingini.
Men tað kemur ikki við í fundarfrágreiðingina.
Orsøkin er, at tað ikki er ein partur av fundinum, tí talan er um ein menningarfund, og hetta er tí ikki ein partur av fundinum, sigur Heilsumálaráðið.
Haraftrat er Marigt Stórá ikki samd við Hans Paula Henryson, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, um at tað er hetta, sum er blivið sagt.
Journaliserað í persónsmáli
Hans Pauli Henryson fær tó at vita, at ískoytið, sum hann hevur skrivað, verður journaliserað í, sum tey orða seg, "viðkomandi máli".
Í veruleikanum verður tað journaliserað í einum heilt øðrum máli - einum persónsmáli.
Persónsmál í Heilsumálaráðnum eru fevnd av serligari skipan, og bara fá fólk hava atgongd til hesi mál. Nevniliga løgfrøðiligi ráðgevin og deildarleiðarin á tænastueindini, sum vísa beinleiðis til aðalstjóran í tílíkum málum.
Tá Umboðsmaðurin fær hesa frágreiðing, vil hann vita, um Heilsumálaráðið sjálvt hevur gjørt eina frágreiðing um, hvat var sagt, tí landsstýriskvinnan er ikki samd við stjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Men tað hava tey ikki. Tað ber sostatt ikki til at siga neyvt, hvat tað er, sum ósemja er um, tí Margit Stórá vil ikki viðmerkja málið, hevur hon sagt við Kringvarpið.
Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Fyrisitingarligur feilur
Greitt er tó, at hóast aðalstjórin í sínum svari til ætlanarskrivið hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at talan er um ein fyrisitingarligan feil í einum vanligum innlitsmáli, tykist tað sum alt annað enn ein vanlig viðgerð.
Tilvitað ella ei, so verður eftir fleiri teldupostar aftur og fram gjørt av at journalisera ískoytið í persónsmálið hjá Aleksandru á Dul og ikki í viðkomandi mál, sum Hans Pauli Henryson ítøkiliga bað um.
Tað hevur beinleiðis við sær, at journalisturin, sum biður um innlit í fundarfrágreiðingina frá fundinum, ikki fær innlit í ískoytið.
Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, hevur fingið ætlanarskriv um tænastumannakanning, tí Løgmansskrivstovan sigur illgruna vera um, at Heilsumálaráðið tilvitað ella av grovum ósketni hevur dult upplýsingar fyri Umboðsmanninum og Kringvarpinum.