Nicholas og Peter fyri Føroyar

bannari
Nicholas og Peter fyri Føroyar
Hvør er stutta søgan um dansktmæltu spælararnar hjá Føroyum - Peter Krogh og Nicholas Satchwell?
Nicholas Satchwell var avgerandi ímóti Norra
Mynd: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.01.2024 - 10:33

Tveir spælarar á føroyska EM-landsliðnum eru dansktmæltir. Sum danskir ríkisborgarar kunnu teir umboða Føroyar. Hvørgin hevur spælt á danska landsliðnum, og tá er lagamanni at tørna til fyri Føroyar uttan at fara í karantenu, sum t.d. Jóhan á Plógv Hansen mátti, tá hann skifti føroyska landsliðið út við tað danska.

Men hvør er stutta søgan um dansktmæltu spælararnar hjá Føroyum - Peter Krogh og Nicholas Satchwell? 

Nicholas Satchwell

Nicholas kom til Føroyar í 2015 sum málmaður hjá Neistanum. Hann er føddur í London, pápin er breti, og mamman donsk. Hann fór at spæla hondbólt sum tíggju ára gamal, tá familjan flutti til Danmarkar. Tey búsettust á Fjóni. Fyrsta felag hansara nevndist Haarby BK. Seinni spældi hann í Tommerup HK, Otterup HK, seinni í Basel í Sveis - tað var árini 2011-2013.

Nicholas spældi í alt 36 dystir á enska hondbóltslandsliðnum árini frá 2008 til 2015. Hann var m.a. við á enska OL-landsliðnum í London í 2021, men var tá eykamálmaður. Eftir at vera komin til Føroyar, var skjótt, at hann var fúsur at tørna til á føroyska landsiðnum. Nicholas ikki bara skilir alt føroyskt - hann tosar sjálvur føroyskt raði, um tørvur er á tí, annars hoyrir tú hann mest tosa á donskum. Nicholas hevur eisini fest røtur í Føroyum við føroyskari unnustu og barni, men hann spælir uttanlands. Í løtuni spælir hann í Viking í bestu norsku deilini, fyri tað spældi hann á Akureyri í íslendsku kappingini.

Peter Krogh

Peter kom til Føroyar sum 24 ára gamal á sumri 2015. Tað var Mark Marcher, ungdómsvenjari í H71, sum fekk Peter til Føroyar at spæla við H71. Teir báðir kendust úr Viborg. Peter er úr Aalestrup, men fekk sín hondbóltsuppvøkstur í hondbóltsbýnum Viborg. Har byrjaði hann sum tíggju ára gamal á Viborg Håndbold College. Peter spældi seg upp á besta liðið, og hevur spælt í bestu donsku hondbóltsdeildini. Áðrenn hann kom til Føroyar, spældi Peter við Randers HK, sum var um reppið at flyta upp í bestu deildina.

Peter var nýggjur námsfrøðingur, tá hann kom til Føroyar. Hann arbeiddi í hesum yrki, til hann seinni fór at arbeiða á Mjólkarvirkinum. Hann er nú útbúgvin mjólkavirkismaður.

Peter fall sera væl til í Føroyum, og festi røtur. Hann skilti straks alt tað, ið sagt var á føroyskum, men hann tosar ikki føroyskt. Hann hevur nú føroyska famlju við unnustu og børnum. Í løtuni búgva tey í Danmark, men sum skilst, ætla tey sær heim aftur.  

Peter hevur verið okkara stinnasti miðverjuleikari, men fyrstu árini var hann eisini besti skjútti í føroyskum hondbólti. Hann kastaði við báðum hondum, sum ógvuliga fáir gera. Á landsliðnum er hann í dag verjuspælari burturav.


Peter Krogh (uttast til vinstru) er ein hin royndasti spælarin á føroyska landsliðnum: MYND: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977