Suni tekur samanum #5: Livst so spyrst

bannari
Suni tekur samanum #5: Livst so spyrst
"Spælararnir sjálvir firnast ongan, og munnu ikki halda, at tað er at taka sær óráð fyri, at miða eftir einum søguligum føroyskum sigri í dag"
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir fagna føroysku áskoðarafjøldini
Mynd: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.01.2024 - 09:26

Suni Merkistein, journalistur, frásøgumaður og ítróttarpoetur, er staddur í Berlin í sambandi við fyrstu luttøkuna í einum EM-endaspæli hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Suni hugleiðir um dystin ímóti Póllandi í kvøld. Eru Føroyar nú brádliga favorittar, og kann tað ótrúliga henda?

Hoyr hugleiðingar ella les tær her niðanfyri:


 

Suni_um_Polland

 

Suni tekur samanum #4

At tað í fullum álvara verður tosað um, at Føroyar eru favorittar í dystinum í dag móti Póllandi í EM-endaspælinum í Berlin, er kanska besta dømið um, hvussu surrealistiskt alt er vorðið við føroyska manshondbóltslandsliðnum.

Pólland er stór hondbóltstjóð. Teir hava vunnið heiðursmerki í manshondbólti bæði í OL og HM. Í 2007 var Pólland í HM-finaluni, og í EM rukku teir hálvfinaluni í 2010.

Úrslitini hava ikki verið líka góð tey seinnu árini, men við eru teir kortini, tá endaspølini eru fyri. Pólland hevur tapt fyri Norra og Slovenia, og grundað á dystirnar í fyrstu tveimum umførunum í okkara bólki, hevur føroyska liðið staðið seg betur enn Pólland.


Løtan: Gleðin er ovurhondsstór eftir javnleikin ímóti Norra. MYND: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Føroyar favorittar?

Men at gera okkum til favorittar í dag man vera at gera ov nógv av. Vit vita eisini av royndum,  at Føroyar standa seg sjáldan væl í einum favorittleikluti. Afturímóti nýtist okkum heldur ikki at forsmáa okkum. Og spælararnir sjálvir firnast ongan, og munnu ikki halda, at tað er at taka sær óráð fyri, at miða eftir einum søguligum føroyskum sigri í dag.

Pólland er útsligið, og ikki er gott at vita, hvørjum treysti spælararnir fara á vøllin í móti Føroyum. Men pólski stoltleikin er særdur, og tí verða teir kanska ikki mjúkir at strúka í dag. Tapa teir eisini móti Føroyum, verður vanlagnan fullkomin.


Stinnir: Føroyska miðverjan helt stóru norsku skjúttunum niðri á 26 málum: MYND: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Vónin livir enn

Javnleikurin móti Noregi leygarkvøldið ber í sær, at Føroyar hava ein møguleika at spæla seg víðari í bólkinum. Men tá krevst hjálp frá Slovenia, sum spælir móti Noregi í annaðkvøld. Tað kann tykjast lítið sannlíkt, at Føroyar sleppa víðari, og ikki Norra, men óvæntað úrslit koma stundum fyri, sum vit øll vita.

Føroyska liðið kann spæla frítt, einki trýst er á teimum, tó at teir hava vakt stóran ans her í Tysklandi og víða hvar við. Og fara teir at sýna somu spæligleði, sama árræði og treysti sum leygarkvøldið, tá hava teir ein veruligan møguleika at vinna í dag.

Livst so spyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977