Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spaniólar døma í dystinum móti Póllandi
Spaniólar døma í dystinum móti Póllandi
Andreu Marín og Ignacio García døma triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum hjá føroyingum
Mynd: Katalanska hondbóltssambandið
15.01.2024 - 09:46
Spanska dómaraparið hevur nógvar royndir á baki og hevur dømt í fleiri endaspølum.
Andreu Marín og Ignacio García hava millum annað dømt í HM í Spania í 2013, EM hjá kvinnum í Fraklandi í 2018, HM í Egyptalandi í 2021, HM í Póllandi og Svøríki í 2023 og eru nú eisini partur av EM-endaspælinum í Týsklandi.
Tað eru 18 dómarapør, sum døma í EM-endaspælinum í Týsklandi.
Órógvaðir av landbúnaðarverkfallinum
Tað er kanska ivasamt, hvussu nógvan svøvn dómararnir hava fingið í nátt.
Sambært føroyingum, sum búgva á sama hotelli sum EM-dómararnir, hava traktorar koyrt og floyta uttanfyri í alla nátt í samband við landsbúnaðarverkfallið, sum er í Týsklandi í løtuni.
Týsku bóndirnir eru farnir inn í Berlin at vísa sína ónøgd. MYND: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV