- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar í miðnámi hava gjørt sáttmála
Lærarar í miðnámi hava gjørt sáttmála
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt sáttmála við eitt fakfelag aftrat
15.01.2024 - 07:20
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt sáttmála við eitt fakfelag aftrat.
Tað er Yrkisfelag miðnám, sum hevur gjørt trý ára semju, sum byggir á sama karm sum onnur feløg hava.
Lønin hækkar 3,8 prosent 1.oktober í 2022, 4,2 prosent 1.oktober í fjør og 4,75 prosent 1.oktober í ár.
Í sáttmálaskeiðinum, sum endar 30.september í 2025, vera viðurskifti og orðingar um leiðslustørv dagførd.
Hetta arbeiðið byrjar nú í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV