Fær átalu fyri handfaring av áheitanum um óljóð

Fær átalu fyri handfaring av áheitanum um óljóð
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu í sambandi við óljóð í Norðhavnini í Klaksvík
Norðhavnin í Klaksvík. (Savnsmynd)
 
12.01.2024 - 14:41

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av áheitanum um óljóð, ið stava frá virkseminum, sum er á havnarøkinum í Norðhavnini í Klaksvík. 

Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri handfaringina av áheitanum grundað á, at Klaksvíkar kommuna ikki kundi skjalprógva fyri umboðsmanninum, at klagarin hevði fingið greiða afturboðan um, hvat kommunan fór at gera í sambandi við áheitanirnar. 

Umboðsmaðurin minti á skylduna at svara og journalisera og heitti samstundis á kommununa um at leggja upp fyri støðuni, tá býráðslimir fáa áheitanir umvegis privatar samskiftismiðlar, ið tørva eina fyrisitingarliga viðgerð. 

At enda mælti umboðsmaðurin kommununi til at gera mannagongdir og reglugerð um óljóð í sambandi við leiklutin hjá kommununi sum eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisverndarøkinum.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205