- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Kongshúsið stóra undirtøku millum føroyingar
Nú Fríðrikur krúnprinsur verður kongur sunnudagin, er tað eisini við góðari undirtøku millum føroyingar.
Tað vísir spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin.
Heili 70 prosent av teimum spurdu siga Fríðrik vera sín kong.
27 prosent tjóðveldisveljarar
Tá svarið er býtt á, hvønn flokk tey spurdu høvdu valt, er tað ikki óvæntað tjóðveldisveljarar, sum í minstan mun siga Fríðrik vera sín kong.
Tó so, 27 prosent av teimum, svara ja til spurningin.
Tað gera eisini 66 prosent av teimum, sum siga seg velja Framsókn, meðan meir enn 70 prosent av veljarunum hjá hinum flokkunum svara, at Fríðrikkur er teirra kongur.
58 prosent vilja vera undir kongshúsinum
Og ikki bara er undirtøkan fyri Fríðriki góð, men ein meiriluti av teimum spurdu vilja eisini, at Føroyar framhaldandi vera undir danska kongshúsinum.
58 prosent av teimum spurdu svara ja til hendan spurning. 25 prosent svara nei, og 17 prosent ikki vita.
Tá spurt verður, hvønn flokk tey spurdu velja, sæst, at í øllum flokkum uttan í Tjóðveldi er meiriluti fyri, at Føroyar framhaldandi skulu vera undir danska kongshúsinum.
90 prosent sambandsveljarar
Millum fólkafloks- og javnaðarveljarar liggur tað um 60 prosent, meðan 90 prosent av sambandsveljarum svara ja til hendan spurning.
Millum tey, sum velja Tjóðveldi, eru tað hinvegin bert seks prosent, sum svara ja til hendan spurningin.
500 fólk vóru spurd í spurnakanningini, sum kannn lesast í Sosialinum, og óvissan er í minsta lagi 3,7 prosent.