- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orkað meldað til løgregluna
Brúkaraumboðið hevur fingið tríggjar fráboðanir um, at Sp/f 16, undir navninum Orkað, hevur ringt ella smsa til borgarar við tilboði um at reinsa skorsteinin, nú tey verða í økinum.
Sambært grein 6 í marknaðarføringslógini er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti, - so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um tað. Tað merkir, at tað er bannað uttan samtykki at ringja til borgarar fyri at selja eina vøru, skrivar Brúkaraumboðið á heimasíðu síni.
Brúkaraumboðið metir eisini, at skerpandi umstøður eru í hesum máli, tí Orkað í nøkrum førum hevur ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir hava sagt, at teir ikki vilja, at felagið ringir til teir.
Brot á grein 6 í marknaðarføringslógini verður revsað við bót.