Ein føroyingur aftrat til IK Sävehof

Ein føroyingur aftrat til IK Sävehof
Strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skal spæla við IK Sävehof næsta kappingarár. Ungi landsliðsspælarin verður sostatt triði føroyingurin í svenska felagnum
Ísak Vedelsbøl skal spæla í Svøríki næsta kappingarár
 
09.01.2024 - 13:54

Ungi strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skal spæla við IK Sävehof næsta kappingarár.

Landsliðsspælarin verður sostatt triði føroyingurin, sum roynir seg í svenska stórbýarfelagnum, har Óli Mittún spælir í løtuni.

Størsta føroyska hondbóltsnavnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, var eisini í felagnum í tvey kappingarár, áðrenn týska stórfelagið THW Kiel sendi boð eftir honum í summar.

 - Eg eri ein 19 ára gamal strikuspælari, sum gleðir seg at fara í gulsvørtu Sävehof-blusuna. Eg havi hoyrt nógv gott um felagið og gleði meg at mennast í IK Sävehof, sigur Ísak Vedelsbøl sambært facebook-vanganum hjá svenska felagnum.

Ítróttastjórin í IK Sävehof, Jonathan Stenbäcken, er væl nøgdur við at fáa triðja føroyingin til felagið.

 - Vit vóna, at Ísak mennist munandi komandi árini. Vit hava fleiri góðar ungar strikuspælarar, sum koma at venja, spæla og kempa fyri framgongd saman við Ísaki, sigur ítróttastjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109