Hondbóltssambandið sett nýggjan stjóra

Hondbóltssambandið sett nýggjan stjóra
Andrass Thomsen er nýggjur stjóri í Hondbóltssambandinum. Hann kemur úr starvi hjá umsitingini í FSF
Nýggi HSF-stjórin, Andrass Thomsen og Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF
Mynd: HSF  
 
04.01.2024 - 13:00

Nýggi stjórin hjá Hondbóltssambandinum eitur Andrass Thomsen.

Starvsnevndin hjá HSF sigur, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá nýggja stjóranum hóska væl til tað, sum Hondbóltssambandið hevur leitað eftir. 

Andrass Thomsen, sum skal standa fyri umsiting og leiðslu hjá HSF, kemur úr Fótbóltssambandi Føroya, har hann hevur starvast senastu árini.

Andrass Thomsen er 36-ára gamal, búsitandi í Hoyvík og útbúgvin løgfrøðingur. Hann tekur við eftir Hans Jón Thomsen 1. februar.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Andrass Thomsen í útvarpstíðindunum: 

 

04012024_Andrass_og_HSF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Leygardag 4. januar
Upp á tá - 030125
185863
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722