- Tíðindi, mentan og ítróttur
60 kvinnur fingu viðgerð fyri barnloysi í fjør
Talið á kvinnum, sum hava verið í viðgerð fyri barnloysi, er meira enn tvífaldað seinastu 10 árini, vísa tøl frá Sjúkrahúsverkinum.
Í fjør vóru 60 føroyskar kvinnur í Danmark fyri at fáa viðgerð fyri barnloysi.
Tað er tað mesta higartil og meira enn tvær so nógv sum 2014.
Tølini vísa, hvussu nógvar kvinnur hava verið í viðgerð, hóast tað ofta eru ein kvinna og ein maður við til viðgerðina.
Flestu føroysku kvinnurnar, sum fara í viðgerð fyri barnloysi, fara til Keypmannahavnar.
Treytirnar fyri at sleppa í viðgerð fyri barnloysi, har tað almenna kann bera kostnaðin, eru fleiri. Millum annað, at parið er í einum støðugum parlagi við felags bústaði í minsta lagi tvey ár.