- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað er ikki bara at rudda kava - trygdin skal vera í lagi
Tað er ikki bara at rudda kava - trygdin skal vera í lagi
Stjórin á flogvøllinum ger viðmerkingar til tað, sum stjórin í Atlantsflogi segði í gjár, um at neyðugt var at fara til Íslands, tí flogfarið fekk ikki sett seg fyri kava
07.01.2025 - 14:00
Tað fall stjóranum á flogvøllinum fyri bróstið, tá tað í tíðindunum í gjár varð sagt, at tað var tí, at flogvøllurin ikki var klárur, at flogfarið hjá Atlantic Airways úr Billund fyrrapartin í gjár noyddist fara til Keflavíkar at bíða.
Regin I. Jakobsen.
Jóhanna á Bergi.
Regin I. Jakobsen sigur, at tað er ikki so einfalt, at tað bara er at senda eina maskinu út á vøllin at rudda kava, og so er klárt hjá flogførum at seta seg.
Í stuttum snýr tað seg um, at trygdin er tann, sum hon skal vera, tá flogfør skulu avstað ella seta seg, sigur hann.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Regin_I__Jakobsen_um_kavarudding
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV