- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu fáa freistina longda at skifta oljutanga
Kunnu fáa freistina longda at skifta oljutanga
Sambært kunngerð frá 2018, skulu tangar við ókendum framleiðsluári, ella ikki eru góðkendir, takast úr nýtslu
06.01.2025 - 08:12
Á nýggjárinum gjørdust ávísir oljutangar ólógligir.
Men til ber at fáa freistina longda í serligum førum, kunngera nakrar kommunur nú.
Freistin kann leingjast, um ætlan er at skifta til felagshitaskipan, um bindandi avtala er gjørd um nýggjan oljutanga við veitingartíð, um bindandi avtala er gjørd um nýggja hitaskipan við veitingartíð, ella í teirri tíðini, tað tekur at brenna oljuna í tanganum.
Sambært kunngerð frá 2018, skulu tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, takast úr nýtslu, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961 til 1980.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV