Hilda framt hjálpararbeiði í Afrika í 40 ár

Hilda framt hjálpararbeiði í Afrika í 40 ár
Í 1984 fóru hon og maðurin til Liberia sum trúboðarar fyri fyrstu ferð. Tað gjørdist byrjanin á eini lívsleið við hjálpararbeiði
 
07.01.2025 - 13:06

Leygardagin 11. januar verður stórt heiðurstiltak í Varpinum í Klaksvík. Umframt at tað verður ein innsavnan til hjálpararbeiði í Afrika, so verður Hilda Viderø eisini heiðra. Í samfull 40 ár hevur hon framt hjálpararbeiði í Afrika, og 2. februar fylti hon eisini sjeyti.

Í løtuni arbeiðir Hilda í felagsskapinum Mirjam, sum arbeiðir fyri at stuðla kvinnum í Liberia og Kenja.

- Vit ynskja at hjálpa, og tað gera vit best við at stuðla kvinnunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi, soleiðis, at tær megna at fóta sær betri.

Tað sigur Hilda, sum javnan ferðast til Afrika at hjálpa.

Hilda Viderø og Krista Hvannastein vitjaðu morgunsendingina, har tær greiddu frá arbeiðinum. Samrøðan kann hoyrast her:

1718444

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948